Róðrarfelagið Knørrur bjóðar øllum vælkomnum til undirskriftahandan í Tinganesi

Mikudagin, 9. mars klokkan 16:00, er hvør og ein vælkomin út í Tinganes at stuðla Róðrarfelagnum Knørri.

Tá fer felagið á almennari samkomu at handa Bárði á Steig Nielsen undirskriftir frá 832 fólkum, ið heita á hann um at gera sína ávirkan galdandi, nú Løgmansskrivstovan tann 1. apríl vil koyra Róðrarfelagið Knørr úr Evensens pakkhúsi við stórum vanda fyri, at felagið endar á gøtuni.

Bárður fær undirskriftirnar handaðar í leikluti sínum sum verji fyri føroyskari ítrótt. Ein heiður, ið fylgir við løgmansstarvinum.

Eftir handanina, umleið klokkan 16:30, eru øll vælkomin til kaffi í Evensens pakkhúsi

Eitt fínt høvi til prát og at síggja umstøður felagsins.

Um trý ár fer Róðrarfelagið Knørrur annars at kunna hýsa bátum sínum í egnum neysti í Álakeri. Til tá er vónin at finna eina loysn í Evensens.

Tí hóast fleiri royndir hava verið gjørdar, so hevur enn ikki borið á mál at finna annað pláss við sjóvarmálan í Havn. Í løtuni er Evensens einasti møguleiki, um virksemi felagsins skal halda áfram.

Við róðrarkvøðu,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

Eftir handanina eru øll vælkomin til kaffi í Evensens pakkhúsi.

Meira um málið

Dagur og vika: Knørrafelagið heimleyst – Mánakvøldið, 21. februar 2022, viðgjørdu Dagur og vika støðuna, sum Róðrarfelagið Knørrur er komið í, eftir at Løgmansskrivstovav hevur sagt upp leigusáttmálan við felagið um Evensens pakkhús.

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi Undirskriftarinnsamlingin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú endað, og hon fekk góða undirtøku.

Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir? – Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

Forrige
Forrige

Løgmaður: Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum í Evensens pakkhúsi

Næste
Næste

Dagur og vika: Knørrafelagið heimleyst