Dagur og vika: Knørrafelagið heimleyst

Mánakvøldið, 21. februar 2022, viðgjørdu Dagur og vika støðuna, sum Róðrarfelagið Knørrur er komið í, eftir at Løgmansskrivstovav hevur sagt upp leigusáttmálan við felagið um Evensens pakkhús.

Í sendingini eru samrøður við umboð fyri Løgmansskrivstovuna og Róðrarfelagið Knørr, sum siga sína hugsan um málið.

Síggj innslagið á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya

Jógvan Elias Jakobsen greiddi frá málinum sum umboð fyri Róðrarfelagið Knørr.


Meira um málið

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi Undirskriftarinnsamlingin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú endað, og hon fekk góða undirtøku.

Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir? – Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

Forrige
Forrige

Róðrarfelagið Knørrur bjóðar øllum vælkomnum til undirskriftahandan í Tinganesi

Næste
Næste

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi