832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi
Undirskriftarinnsamlingin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú endað, og hon fekk góða undirtøku. 832 undirskriftir komu inn, og hesar fara nú at verða handaðar løgmanni við áheitan um at gera ávirkan sína galdandi, so at Róðrarfelagið Knørrur kann verða verandi í Evensens pakkhúsi, inntil felagið um trý ár fær tak yvir høvdið og kann flyta í egin hølir.
Løgmaður er verji hjá føroyskum ítrótti, og tað er í hesum leikluti, at hann fær handaða áheitanina við teimum 832 undirskriftunum.
Funnin verður nú ein dagur, tá ið tað liggur fyri hjá løgmanni at taka ímóti undirskriftunum.
Innsamlingin hjá knørrastuðlum fór fram á heimasíðuni skrivunder.net frá 17. til 22. februar 2022.
Vegna knørrastuðlar takkar nevndin í Róðrarfelagnum Knørri so hjartaliga hvørjum einstøkum av tykkum, sum stuðlaðu undirskriftarinnsamlingini.
Við róðrarkvøðu,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri
Meira um málið
Dagur og vika: Knørrafelagið heimleyst – Mánakvøldið, 21. februar 2022, viðgjørdu Dagur og vika støðuna, sum Róðrarfelagið Knørrur er komið í, eftir at Løgmansskrivstovav hevur sagt upp leigusáttmálan við felagið um Evensens pakkhús.
Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir? – Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.