Viðgerð av persónsupplýsingum

Róðrarfelagið Knørrur viðger persónsupplýsingar um limir sínar. Hetta er neyðugt fyri at kunna skráseta og umsita limaskap í felagnum.

Ein persónsupplýsing er ein upplýsing, sum kann knýtast at einum limi. At viðgera eina persónsupplýsing er at handfara hana á onkran hátt, til dømis at skráseta, brúka og goyma hana.

Hesar persónsupplýsingar
viðgera vit

  • navn

  • bústað

  • telefonnummar

  • teldupostadressu

  • navn á báti, um tú rørt úti

  • føðidato, um tú ert FM-rógvari

  • pláss á báti, um tú ert FM-rógvari

Hjá nevndarlimum felagsins verða navn og telefonnummar upplýst á heimasíðuni. Hetta er við samtykki frá nevndarlimunum.

Lógarheimild

Vit viðgera persónsupplýsingarnar við heimild í § 8, stk. 1, nr. 2 og 6, í dátuverndarlógini.

Nr. 2 snýr seg um, at vit mugu viðgera ávísar persónsupplýsingar fyri at kunna skráseta teg sum lim og umsita limaskapin hjá tær.

Nr. 6 snýr seg um, at felagið í ávísum førum kann viðgera persónsupplýsingar, tá tað hevur ein sakligan og heimilaðan áhuga í tí, og rættur tín til vernd av upplýsingunum ikki vigar tyngri.

Vit lata ikki øðrum tínar persónsupplýsingar, uttan so tað er neyðugt

  • Fyri at tú kanst luttaka í FM-kappingum, lata vit RSF navn, telefonnummar og føðidato. Er talan um FM-róður í báti, lata vit eisini upplýsingar um, hvønn bát, tú rørt við, og hvar tú situr í bátinum.

  • Luttekur tú á skeiðum hjá RSF, lata vit tí neyðugar upplýsingar, um tú gevur samtykki.

  • Luttekur tú í kappingum, har fyrireikarin er ein annar enn RSF, lata vit somuleiðis fyrireikaranum neyðugar upplýsingar, um tú gevur samtykki.

Vit goyma tínar persónsupplýsingar, so leingi tú ert limur í felagnum

Um vit ikki hava havt samband við teg í trý ár, verða upplýsingarnar strikaðar.

Upplýsingarnar kunnu tó verða goymdar í longri tíð, um lóggáva áleggur okkum tað, eitt nú bókhaldslógin í sambandi við roknskapartilfar.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rætt til at spyrja um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar um teg, og í ávísum førum at biðja um broytingar í viðgerðini.

Rættur til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar vit hava um teg, og hvat vit brúka tær til.

Rættur til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, at vit viðgera persónsupplýsingar um teg. Um mótmælið er grundað, steðga vit viðgerðini.

Rættur til rætting, striking og avmarking

Tú hevur rætt til at biðja okkum rætta upplýsingar um teg, um tær eru skeivar. Í ávísum førum kanst tú eisini biðja okkum strika upplýsingarnar ella avmarka viðgerðina av teimum.

Rættur til útflýggjan

Í summum førum kanst tú biðja um at fáa tær persónsupplýsingar, sum tú hevur givið okkum, útflýggjaðar í einum vanligum og teldutøkum sniði, til dømis Word ella PDF.

Rættur til afturtøku av samtykki

Hevur tú givið okkum samtykki til at viðgera persónsupplýsingar um teg, kanst tú altíð taka samtykkið aftur.

Tað ávirkar tó ikki ta viðgerð, sum longu er farin fram, áðrenn samtykkið varð tikið aftur.

Spurningar og klagur

Hevur tú spurningar um tínar persónsupplýsingar og hvussu vit viðgera tær, ert tú vælkomin at seta teg í samband við felagið.

Tú kanst skriva til rk@rk.fo ella ringja til ein nevndarlim.

Heldur tú, at felagið hevur viðgjørt persónsupplýsingar um teg á skeivan hátt, og hevur tað ikki loyst málið at tosa við okkum um tað, kanst tú klaga til Dátueftirlitið.

Dátueftirlitið er ein óheftur myndugleiki, sum vegleiðir um dátuverndarlógina og hevur eftirlit við, at hon verður hildin.

Sum dátuábyrgdari,
Róðrarfelagið Knørrur