Løgmaður: Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum í Evensens pakkhúsi

Í dag handaðu vit løgmanni undirskriftirnar frá teimum 832 fólkunum, ið saman við okkum heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina í Evensens pakkhúsi.

Tað var ein væleydnað handan

Undirskriftirnar vórðu latnar løgmanni í leikluti hansara sum verji fyri føroyska ítrótt. Eivy Olsen, forkvinna okkara, vísti á, at løgmaður bæði kann og ivaleyst eisini vil gera sítt fyri at loysa støðuna. Tað eigur at bera til, tí hóast tilfar til Stokkastovuna skal goymst í Evensens pakkhúsi, so er plássið so mikið stórt, at rúm eigur at vera fyri Róðrarfelagnum Knørri eisini.

Í túninum í Tinganesi. Eivy Olsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, handar undirskriftirnar. Mynd: Ólavur Frederiksen.

Forkvinnan vísti at enda á, at skal Róðrarfelagið Knørrur ikki fara á gøtuna tann 1. apríl, so hevur løgmaður møguleikan at royna leiklut sín sum verji hjá føroyskari ítrótt í verki.

Løgmaður tók væl ímóti undirskriftunum

Hann fegnaðist bæði sum løgmaður og gamal kapprógvari um, at Róðrarfelagið Knørrur er eitt so aktivt og eldhugað felag, og at tað við saman við øðrum stendur so sterkt um tjóðarítróttin.

Undirskriftirnar, við tveini um og húna sum áskriftarseðli.
Mynd: Ólavur Frederiksen.

Hann segði seg hava fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni, at virksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi skal ikki vera ávirkað meiri enn hægst neyðugt. Og tó at ikki allir bátar felagsins fara at rúmast har, so skal pláss vera fyri báðum pørtum í Evensens pakkhúsi, segði løgmaður at enda.

Tað vóru góð boð at fáa

Tí við teimum er vón um, at vit verða ikki heilt so vongskerd, sum útlit hava verið fyri, og at vit summpart fara at kunna vera í Evensens pakkhúsi, inntil vit um nøkur fá ár fáa herbergað bátunum í komandi neysti okkara í Álakeri.

Samanumtikið ein sera væleydnað handan.

Og løgmaður kom sjálvandi yvir í Evensens pakkhús at hitta okkum til kaffi aftaná. Kappróðrarmaður er, so tað var líkatil at fáa eitt prát. Og enn fegnari varð hann at fáa ein bita av skerpikjøti eisini. Úr Vestmanna, sum vera man.

Løgmaður er gamal kapprógvari og hevur tikið mangt takið við Vestmenningi..
Mynd: Róðrarfelagið Knørrur.

Meira um málið

Dagur og vika: Knørrafelagið heimleyst – Mánakvøldið, 21. februar 2022, viðgjørdu Dagur og vika støðuna, sum Róðrarfelagið Knørrur er komið í, eftir at Løgmansskrivstovav hevur sagt upp leigusáttmálan við felagið um Evensens pakkhús.

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi Undirskriftarinnsamlingin, sum knørrastuðlar hava skipað fyri seinastu dagarnar í sambandi við uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, er nú endað, og hon fekk góða undirtøku.

Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir? – Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

Forrige
Forrige

Hvor er det bare nice! – Danskir studentar vitjaðu Róðrarfelagið Knørr

Næste
Næste

Róðrarfelagið Knørrur bjóðar øllum vælkomnum til undirskriftahandan í Tinganesi