Terji R. Jacobsen er nýggjur formaður í RK

Róðrarfelagið Knørrur hevði aðalfund í farnu viku. Nývalda nevndin hevur nú skipað seg, og Terji Reidarson Jacobsen er vorðin nýggi formaður í felagnum. Petur í Gong er næstformaður, Elsa Klein Olsen kassameistari, Maybritt við Strond skrivari, og nevndarlimur er Rúni Joensen.Stungið er longu út í kortið. Størsta málið verður at markera 30 ára føðingardagin hjá RK komandi ár, og so skulu dagligu viðurskiftini kring felagið eisini skipast betur.Vit ynskja teimum til lukku við valinum og allarbestu eydnu í arbeiðinum fyri felag okkara.Frá vinstru á myndini: Terji, Rúni, Maybritt, Elsa og Petur.

Forrige
Forrige

Vit eru føroyameistarar í Ódnartaki

Næste
Næste

Ódnartak er megnartak