Vit eru føroyameistarar í Ódnartaki

Róðrarfelagið Knørrur er føroyameistari í Ódnartaki 2014. Kappingin hevur verið avgreidd gjøgnum trý vikuskifti, og í dag var sjálvur endabresturin, har bátarnir skuldu avgera kappingina sínámillum, og samanlagdi føroyameistarin skuldu finnast.Kappingin hevur verið sera spennandi, men tá seinasta tak var tikið, stóðu vit sum vinnarar og kundu fara av stað við stóra ferðasteypinum og gravera okkara navn sítt í tað sum fyrsta felag.Vit vunnu bæði tíggjumannafarsróðurin við Orminum Langa og seksmannafarsróðurin hjá monnum við Herningi, umframt at tríggjar aðrar manningar vunnu silvur. Jarnbardur við monnum eitt og Jallurin tvey, ávikavist við dreingjum og smágentum. Hjá tíggjumannaførunum var tað serliga Drekin Reyði av Argjum, sum eisini róði væl, men vit vóru ov harðir at taka og vunnu at enda greitt. Havnarbáturin fekk triðjapláss. Klaksvíkingur bjóðaði eisini av í dag, men gjørdi ongar skreytir.Hjá seksmannaførum stóð kappingin serliga millum tveir knørrabátar, Herning og Jarnbard. Tað hevur gingið sera javnt á teirra millum, men tað varð Herningur, sum loksins vann. Fuglfirðingar á Rádna fjørdust nummar trý.Argja róðrarfelag stóð seg eisini væl og vann somuleiðis tveir róðrar, dreingirnar og áttamannaførini, men av tí at vit fingu fleiri onnur góð úrslit, vunnu vit kappingina samanlagt. Annars vóru hini heiðursmerkini væl býtt millum onnur feløg.Ódnartak var ein sera væl eydnað og væl fyriskipað kapping, og sagt verður frá, at hon helst verður aftur í 2015.Til ta tíð eru vit kongar á Havnar vág; men tað eru tað ivaleyst fleiri, sum ætla at vinna frá okkum næsta ár.

Forrige
Forrige

30 ára føðingardagsveitsla

Næste
Næste

Terji R. Jacobsen er nýggjur formaður í RK