Ódnartak er megnartak
Ódnartak var á Vestaru vág í dag. Talan er um nýggja heystkapping í kappróðri, har ið bátarnir rógva spurtir á 140 metrar í staðin fyri teir vanligu 1000 metrarnar, sum verða rógvnir á summarstevnunum. Navnið Ódnartakmerkir "øgiligt tak" og er vælvalt.Tað eru Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen, ið eru høvuðsmenn aftan fyri Ódnartak. Kappingin er deild sundur í tríggjar leygardagar, ávikast 6. september, 20. september og 4. oktober. Bátarnir rógva tríggjar ferðir 140 metrar hvønn dagin og fáa stig fyri sítt úrslit. Triðja og síðsta kappingardag verða stigini tald saman, og vinnarin í hvørjum bólki verður kosin.20 manningar vóru við til dagsins Ódnartak – 13 úr høvuðsstaðarfeløgunum og 7 av bygd. Tað er serliga gleðiligt, at fleiri bygdarmanningar vóru við longu fyrsta dagin. Vónandi ber hetta boð um, at enn fleiri koma við seinni. Tað skilst eisini, at kappingin gekk væl, og at rógvarar taka væl undir við henni.Ódnartak er sanniliga megnartak, og frá Róðrarfelagnum Knørri skal ljóða ein tøkk til Teit, Fróða og øll tey, sum við nýggju kappingini gera eitt fyrimyndarligt arbeiði fyri føroyskan kappróður. Vit ynskja samstundis dagsins vinnarum hjartaliga til lukku við sigrunum. Úrslit og myndir síggjast her.Síggjast til næsta Ódnartak tann 20. september á Vestaru vág.--Mynd: Álvur Haraldsen