Tað kann altíð regna eitt líti sindur verri
Regnaði tað við heiðursmerkjum á norðoyastevnu, var tað einki minni enn grimdarregn á sundalagsstevnu. Íalt 42 heiðursmerki til Róðrarfelagið Knørr ein og sama dag.Við Jarnbardi vunnu kvinnurnar aftur sannførandi, meðan mennirnir hesuferð eisini syrgdu fyri at halda skutin frammanfyri hinar um mállinjuna. Av hinum bátunum vunnu Jallurin smágentur, Jallurin gentur, Herningur oldgirls og Herningur kvinnur allir bronsu.Í hølunum á bronsuni lógu Jallsdreingir og Herningsmenn og lúrdu ein hálvan tumma frá heiðursmerki, klárir at langa til nær sum helst. Og tað hava vit allar orsøkir at trúgva, at teir gera.Smágenturnar á Píli vóru væl nøgdar við, at tær megnaðu at leggja Falk afturum seg. Lítlir sigrar eru jú eisini søtir. Og FM- genturnar á Jallinum vóru ovurfegnar um at rysta aftasta plássið av sær og skifta tað út við eitt heiðursmerkjapláss. Tær hava brádliga blandað seg í kappingina.Við níggju luttakandi manningum á sundalagsstevnu sær tað út til, at bláir bátar hava mest sum lagt seg omaná kappróðurin í summar. Man kann tí ikki siga annað enn, at vit sóust aftur á kaiini og á sjónum í Hvalvík síðsta leygardag. Og tað fara vit eisini at gera næsta leygardag á Skála.