Góður dansur á Hálsi 1. februar
Leygarkvøldið, 1. februar klokkan 22.30, bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til almennan dans í høllini á Hálsi við Contrazt og Hans Jacobi og vinmonnum.OrkestriniContrazt er úr Norra, har tað er av bestu dansiorkestrum og er eisini nógv umbiðið um alt Skandinavia. Hans Jacob og vinmenn eru ikki minni populerir her heima við sínum frálíka sangi og tónleiki. Bæði orkestrini spældu til dans á Hálsi í fjør og vóru stak væl umtókt.AtgongumerkiAtgongumerki á kr. 200 fáast í forsølu á Kunningarstovuni í Havn og kunnu eisini keypast við dyrnar sjálvt kvøldið. Tá kosta tey kr. 300.Róðrarfelagið Knørrur hevur skipað fyri fleiri slíkum kvøldum fyrr, og sum vant er hugnað um í høllini, so at fólk kunnu svala sær á millum dansirnar. Felagið heilsar øllum hjartaliga vælkomnum til eitt hugnaligt kvøld.