Kappróður á krúkkum – um úttøkuna til HM í Boston 2014
Róðrarsamband Føroya hevur júst skipað fyri úttøkukapping til HM í inniróðri. Undirtøkan var í botni, og miðalaldurin var eitt ellisheim. Fólk spyrja av røttum, hvat meiningin er við slíkum kappingum og hava hug at harta RSF. Til tað er at siga, at meiningin við slíkum kappingum er sum altíð at eggja fólki til at rógva. At geva eitt boost, og at styrkja um tann føroyska kappróðurin. Onnur meining er ikki.
Tann manglandi ungdómurinÓgvuliga fá ung vóru við til kappingina, og eftir mínum tykki er orsøkin at finna inni í feløgunum. At koma við til slíka kapping krevur, at ein hevur nakrar kropsligar kvalitetir, og at ein dugir at seta sær eitt mál og at venja miðvíst ímóti tí. Tann tilkomni rógvarin hevur ofta rímiliga lætt við at fylgja málinum. Hjá honum er takið at koma í form, tí kroppurin hevur ikki ungdómsins lívskraft meira. Hjá tí unga er mótsett. Hann hevur lætt við at koma í form, men hevur verri við at fylgja málinum og at vera miðvísur. Har tann tilkomni klárar at skipa venjingina einsamallur og vera sítt egna selskap, krevur tann ungi, at fólk eru uttan um hann og eggja honum til. Hann skal hava eitt umhvørvi at vera í, har hann kennir sosiala vælveru og hevur vaksin at hjálpa sær.
Boston er ein gradistokkur, og feløgini hava fepurFøroysku kappróðrarfeløgini eru so lítil, at tey megna ikki at skapa eitt umhvørvi til rógvarar, sum vilja nakað meira. Tá eg sigi lítil, so meini eg í tann forstand, at tey megna ikki nóg væl at stilla við einum stabilum sosialum og fakligum umhvørvi. Tí koma so fáir ungir rógvarar til Boston. Ikki tí at føroyskur kappróður ikki eigur evnagóðar rógvarar, sum saktans høvdu kunnað gjørt seg galdandi í Boston. Tað veit eg, at vit eiga, og vit høvdu saktans kunnað sent einar fimm-tíggju ungar rógvarar av stað, um vit vildu. Vit megna tað bara ikki. Vit kunnu siga, at Boston er ein gradistokkur, sum mátar tærið í føroysku kappróðrarfeløgunum, og støðan vísir, at feløgini hava fepur. Har er ov lítil máttur til at hjálpa teimum ungu. Tað nyttar ikki at hava fyrimyndir hangandi á veggjum og heimasíðum. Vit mugu skapa eitt umhvørvi og vera hjá teimum í dagligu venjingini, og tað er her, sum tað haltar.
Skulu vit panikka nú?Nei, ikki ordliga, men vit kunnu hava okkara tankar. Kappróðurin hevur klárað seg fínt uttan Boston, og tað ger hann framvegis. Spurningurin er bara, hvat vit vila við kappróðrinum. Vilja vit hava sosiala vælveru, summarkæti og lekkrar kroppar, so er støðan fín. Vilja vit hava framdrift og banka enn meira av stoltleika inn í tjóðarítróttin, so krevst eitt sindur meira. Tá mugu vit inn at arbeiða við feløgunum, men tann arbeiðskraftin er ikki til, sum støðan er. Og hvat gera vit so?
Latið okkum samstarva - tað er gratis!Vit samstarvi kunnu feløgini eitt nú samskipa venjingina til slíkar kappingar, so at tey ungu kenna tann neyðuga felagsskapin uttan um seg. Á henda hátt kunnu vit fáa tað umhvørvið, sum skal til. Hetta kann so aftur kasta annað gott av sær. Latið okkum fram um alt halda fokus á rætta stað. At suffa um RSF er ikki beint, tí RSF er spegilsmyndin av okkum sjálvum. Tað er eitt sindur sum við politikarunum: teir umboða ein nøkulunda miðal intelligens av okkum veljarum. Tað, sum RSF kann gera, er at reflektera yvir støðuna og eventuelt vera við til at fáa eitt slíkt samstarv í lag. Vit hava ikki tann varandi kapasitetin í einstøku feløgunum, og tey fægstu – um nakað – er fíggjarliga nóg sterkt til at keypa sær hann ár um ár. Samstarv er harafturómóti gratis!
Hjartaliga til lukku við billettunum til Boston, Anette Eidesgaard, Dánjal Martin Hofgaard, Búgvi Poulsen, Toni Dam og Jens Kristian Dam. Ung, sum nøkur tykkara eru, og tit gomlu, flottu menn. Tit hava øll gjørt tað gott og hava fingið løn hareftir.
Gangist tykkum væl.