Vit rigga til
Í Knørrafelagnum rigga vit av álvara til kappingina í summar. Við fleiri manningum, sum allar á sín hátt eru farnar undir sínar fyrireikingar, boðar árið frá góðum. Og ikki nóg mikið við manningunum. Bátarnir skulu eisini fáast í haldgóðan stand. Her á myndini er tað Jarnbardur í hálvum gekki, og undan honum er eisini Knørrur settur í stand fyri árið.Hóast onkur manning kanska hongur í nakað tunnun tráð, hava við beint her og nú manningar í øllum bátastøddum uttan fimmmannaførum við kvinnum. Onkur er farin miðvíst og álvarsliga til verka meðan aðrar í størri mun grunda luttøkuna á alsk til sjálvan kappróðurin.