Heiðursmerkjaregn á norðoyastevnu
Ikki færri enn 28 heiðursmerki bleiv tað til til okkara rógvarar á fyrsta FM róðrinum á norðoyastevnu tá Jarnbardur kom fyrstur á mál og vann gull meðan Jallurin dreingir, Jallurin smágentur og Herningur menn allir rukku einum bronsu heiðursmerki. Ein góð løta fyri felagið.
Longu um eina lítla viku fara vit aftur í eldin norði í Hvalvík, og skal tað ikki vera løgið um onkur stórtíðindi afturat fara at berast suður til kvæðakenda høvuðsstaðarfelagið. Tætt var frammi í oddinum í fleiri av róðrunum, so har kann alt henda.Eisini fara tryggu Jarnbardsdamur at fáa kapping av eini eldri útgávu av teimum sjálvum á sundalagsstevnu, tá Herningur blandar seg í kappingina. Tað verður mestan sum tá møðgur kappast, so neyvan man nøkur manningin fara at lata nakað liggja eftir. Spennandi verður.