So leggja vit til brots aftur
RK setir nú hol á komandi róðrarár við at bjóða øllum knørrasligum fólkum oman í neystið leygardagin tann 6. oktober frá kl. 13 til 15.Hóast vit óiva fara at tríva í okkurt praktiskt í neystinum, verður tað fyrst og fremst tann sosiala samveran og møguleikin hjá rógvarum at møta líkasinnaðum, ið fer at eyðkenna løtuna.Men einki felag uttan viðhaldsfólkini. Fjepparar, fyrrverandi og komandi rógvarar, foreldur, ommur og abbar og hvat tað nú kann vera, eru sjálvandi eisini hjartaliga vælkomin á gátt.So hevur tú ella tit hug at rógva komandi ár, ella ert tú bara púra ørur í knørrafelagnum, er hetta eitt gylt høvið. Kom við