Eitt frálíkt róðrarár
Fyri okkum knørrafólk var 2012 eitt stak gott ár, har ikki minni enn fýra manningar rukku heiðurspallinum í samlaðu FM kappingini.Í barnaróðrinum gjørdust knáu genturnar á Jallinum á sera sannførandi hátt føroyameistarar. Tær vóru so at siga einaráðandi.Og í barnaróðri við dreingjum vann Pílur okkum bronsuna. Eitt stak gott úrslit, sum vit so avgjørt fegnast um.Við fimmmannaførum dreingjum gjørdist Jallurin silvurvinnari í FM kappingini. Væl vitandi um, at teir ætlaðu meira, og tað var eisini so tætt við, fara vit kortini at fegnast um úrslitið. Silvur í FM er ikki soleiðis at kimsa at.Allir hesir fýra rukku júst somu plaseringum á ólavsøku, so alt talar fyri, at úrslitið má vera á eini leið.At enda megnaði Ormurin Langi masters, sum oldboys so pragmatiskt verður kallað í dag, at vinna okkum bronsuna í hesi nýggju FM kappingini, sum varð róð fyrstu ferð í ár.Men vit høvdu ein trumf við okkum á ólavsøku. Her er talan um kvinnurnar á Herningi. Vit høvdu longu varnast møguleikan, og allarhelst vóru onkrar av hinumseksmannafarsmanningunum ikki heilt unniligar við støðuna. Og á sjálvari ólavsøkuni gjørdu Herningskvinnur bart og hølvaðu bæði føroyameistaran Páll Fanga og allar hinar av.Ætlanin var ongantíð at luttaka í vanligu FM kappingini, men bara at fara nakrar rórðar í oldgirls. Stundir vóru heldur ikki settar av til meira enn tað. Tess vegna var báturin til ov fáar róðrar til at røkka nakrari plasering í samlaðu kappingini. Men hann setti kortini eitt so harðligt punktum, sum gav rystingar langt inn í føroyskan kappróður.Umframt bátarnar omanfyri høvdu vit eisini tveir aðrar bátar við í barnaróðri við gentum. Talan er um Píl og Tambar. Genturnar vóru raskar, og hava uttan iva lagt alt í fyri at røkka so langt fram, sum gjørligt. Men í høvuðsheitum eru hesar manningarnar við fyri at læra, og er tað millum hesar, vit vænta at finna okkara boð uppá ein vinnarabát til komandi ár.Av øðrum bátum vóru bæði Herningur og Jarnbardur mannaðir við monnum og oldgirls, og Pílur gentur. Allar fýra manningarnar luttóku á ólavsøku, hóast tað ikki rakk til nakaðHóast veðrið onkran leygardag í august hevur verið sum skapt til stevnuróður, liggur kappróður í dvala hesa ársins tíð. Men vit ætla okkum kortini ikki at hvíla ov leingi, og fara í næstum at leggja ætlanir fyri komandi ár. Millum annað um okkara egnu innanhýsis kapping, RK-prix, og so vítt gjørligt at finna útav hvørjir bátar skulu í eldin næsta ár. Nærri boð verða løgd út á her so skjótt vit vita nakað.heiðursmerki. Felags fyri hesar manningarnar var, at tær byrjaðu heldur seint í kappingini, og tí hava havt onnur mál enn at røkka heiðursmerkjum. Vónandi hava tey fingið so mikið góðan hug á kappróðri, at tey leggja fyrri til brots til komandi ár.Takk fyri eitt frálíkt róðrarár.