Eftirmetingarfundur 2012

 Á aðalfundi Róðrarsambandsins fyrr ár var breið semja millum feløgini um, at RSF átti at skipað fyri einum eftirmetingarfundi eftir lokna kapping. Eisini varð dentur lagdur á, at hesin fundur skuldi haldast stutt eftir, at kappingin var liðug. Alt meðan rógvarar, nevndir og dómarar enn minnast tað góða og tað minni góða við kappingini.Eftirmetingarfundurin verður í ÍSF-húsinum sunnudagin 23. september kl. 1400.  Á fundinum fáa allir luttakarar møguleiki fyri at koma við kritikki, positivum eins væl og negativum. Alt skal á borðið soleiðis, at tingini evt. kunnu betrast til komandi kappingarár. Tvey umboð fyri hvørt felag kunnu luttaka.Nevndin í Róðrarsambandinum vónar, at feløgini verða væl umboðað. 

Forrige
Forrige

Góður dansur á Hálsi, leygarkvøldið 12. januar

Næste
Næste

So leggja vit til brots aftur