Góður dansur á Hálsi, leygarkvøldið 12. januar

Leygarkvøldið 12. januar klokkan 22.30 bjóðar Róðrarfelagið Knørrur til almennan dans í høllini á Hálsi við norska dansibandinum Contrazt og okkara heimligu Hans Jacobi og vinmonnum.OrkestriniContrazt er millum bestu orkestur í Noregi, har tað gjørdist ársins dansiband í 2011. Tey eru umbiðin um alt Skandinavia, duga væl at fáa lív í og spæla framúr tónleik.Hans Jacob og vinmenn eru kendir frá føroyskum dansigólvum og ynskikonsertum. Teir spæla populerar hjartabrúsarar og eru í toppformi, so karmarnir eru settir til eitt gott kvøld.AtgongumerkiAtgongumerki á kr. 300 fáast í Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar til dansin.Róðrarfelagið Knørrur hevur skipað fyri fleiri slíkum kvøldum fyrr, og sum vant er hugnað um í høllini, so at fólk kunnu svala sær á millum dansirnar. Felagið heilsar øllum hjartaliga vælkomnum til eitt hugnaligt kvøld.

Forrige
Forrige

Hallur Nattestad skal umboða Føroyar í HM-róðri

Næste
Næste

Eftirmetingarfundur 2012