Hallur Nattestad skal umboða Føroyar í HM-róðri

Hallur Nattestad úr Róðrarfelagnum Knørri skal umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í inniróðri, sum verður í Boston tann 17. februar. Hetta var staðfest í dag, tá ið Hallur sjálvur fjórði kvalifiseraði seg til kappingina í bólkinum lættvekt juniorar.Krøvini at sleppa við til slíka kapping eru ógvuliga hørð. Hallur setti sær tó fyri at standa royndina, og síðan septembermánað hevur hann vant miðvíst hjá Róðrarfelagnum Knørri, har Remi Lamhauge og Súsanna Skylv Sørensen hava skipað venjingina saman við teimum, ið standa fyri hópinum hjá knørradreingjum.Hallur hevur framúr góð evni sum rógvari og hartil en klettfastan vilja, og hetta gav bonus í dag, tá ið dreymur hansara um at rógva fyri Føroyar gekk út.Tað er Róðrarsamband Føroya, ið skipar fyri úttøkuni og ferðini til Boston. Hinir føroyingarnir, sum kvalifiseraðu seg til kappingina, vóru Jógvan Sofus Vilhelmsen úr Klaksvíkar Róðrarfelag, Øssur Hansen úr Miðvágs Róðrafelag og Rannvá Lava Olsen úr Danske Studenters Roklub.Vit ynskja Halli og hinum rógvarunum hjartaliga til lukku við avrikinum.Øll úrslit:Jógvan Sofus Vilhelmsen, Klaksvíkar Róðrarfelag (menn, 30-39 ár) 6:18.5Hallur Nattestad, Róðrarfelagið Knørrur (mansunglingar, lættvekt) 6:42.2Brestir Mikkelsen, Róðrarfelagið Knørrur (menn, opin bólkur, lættvekt) 6:47.1Øssur Hansen, Miðvágs Róðrarfelag (menn, 30-39 ár, lættvekt) 6:58.8Rannvá Lava Olsen, Danske Studenters Roklub (kvinnur, opin bólkur) 7:00.0Annetta Ejdesgaard, Danske Studenters Roklub (kvinnur, opin bólkur) 7:21,2Sarita Hansen, Miðvágs Róðrarfelag (kvinnur, opin bólkur, lættvekt) 7:34.0

Forrige
Forrige

Innivenjingin flutt yvir á Eystaru Bryggju

Næste
Næste

Góður dansur á Hálsi, leygarkvøldið 12. januar