Róðrarfelagið Knørrur nýggjar bjargingarvestar frá Trygd
Við nýggju vestunum kunnu rógvarar felagsins framhaldandi vera tryggir, bæði undir venjing og á túrum.
Brian Smedemark er stjóri í Trygd:
“Føroyskur kappróður hevur ment seg nógv seinastu árini, og rógvarar brúka nógva tíð og orku fyri at røkka á mál. Júst hetta lýsir so sera væl virðisgrundarlagið hjá Trygd – dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Tað er júst tað, sum kappróður er, og við at stuðla Róðrarfelagnum Knørri við vælútgjørdum bjargingarvestum til endamálið, eru vit samstundis við til at økja um trygdina á sjónum”, sigur Brian Smedemark.
Umframt at geva trygd í stillum sjógvi, so bera vestarnir frá Trygd eisini rógvarunum uppi í streymasjógvi, um teir skuldu komið í ta støðu.
Jógvan Elias Jakobsen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri, og hann er fegin um gávuna frá Trygd.
“Hetta er ein týdningarmikil gáva, tað kanst tú ætla. Besta trygd er altíð at nýta vit og skil, so ein ikki kemur sær í vanda yvirhøvur. Tað haldi eg, at rógvarar kring landið ansa væl eftir. Teir kenna sjógvin. Men skuldi kortini illa viljað til, og ein bátur kemur í óføri til dømis her úti á fjørðinum, og tað er óslætt, so skulu vestarnir eisini klára tað. Tað hava vit altíð hildið fast um í felagnum, og við hesum vestunum frá Trygd gera vit framvegis tað.”