Felagsmyndin 2021
Niðan eftir Áarvegnum, á veg niðan í kioskina hjá Astu at taka felagsmynd.
Felagsmyndin í ár varð tikin uttan fyri vakrasta hús í Havn – kioskina hjá Astu. Tá man er á einum so klenodiøsum bletti beint við býráðshúsini, so var sjálvsagt at bjóða borgarstjóranum, Heðini Mortensen, við á myndina, og tað var gamaní.
Við felagsmyndini og øðrum myndum frá degnum takka vit fyri kappingarárið 2021 og ynskja øllum eina góða ólavsøku.
Myndamaður var Ólavur Frederiksen.
Komin niðan á Vaglið, var Havnarkórið við at leggja síðstu rødd á ólavsøkuframførsluna, men gav sær stundir at eygleiða gonguna.
Róðrarfelagið Knørrur saman við borgarstjóranum, Heðini Mortensen.
Róðrarfelagið Knørrur. Felagsmynd 2021.