Út á Loysing

Leygarmorgnar plaga nakrir oldboysar í Havn at flota sær eitt tíggjumannafar. Tað er Kongurin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Báturin stendur í neysti felagsins beint við Málð.

Ørindini hjá hesum kongligu boysum eru ikki so stór. Teir vilja bara rógva ein túr. Hita fyrst sínar nývaknaðu vøddar upp við at damla út í Sandagerð, og so leggja teir út á Loysing ella Glyvursnes.

Har fortelja teir søgur og venda verðini ein umgang, og so taka teir ein sveittaróður allan vegin inn aftur í neystið.

Men tað er ikki altíð. Onkuntíð er tað bara digg og daml.

Tað er so vælsignað at rógva allíkavæl.

Leygarmorgunin tann 28. august 2021 var einki undantak

Og tó. Tí frammi í skut stóðu ein málingarbytta og ein langskeftaður pensil og lenaðu seg ímóti træverkinum, dandandi so friðarliga undir áratøkunum hjá monnunum. Tað var einki serligt við teimum. Tey vóru bara vald so hissini millum túsund aðrar penslar og málingarbyttur í butikkini hjá Fróða.

Men ætlanin við teimum var eitt sindur serlig. Tey skuldu mála Loysingina.

Loysing er staðarnavn, miðskeiðis millum Argir og Glyvursnes

Navnið er væl kent millum rógvarar í Havn, sum ofta rógva út hagar ella longur út á Glyvursnes.

Staðið eitur upprunaliga Lundaurðin. Loysingarnavnið stavar frá 1946, tá ið kirkjubingurin, Øssur Patursson, og havnarmenninir, Høgni Mohr og Trygvi Árting, málaðu navnið á hamaran í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta skuldi vera sjálvan atkvøðudagin tann 14. september.

Søgan fortelur, at Høgni stjól málingina frá pápa sínum á skipasmiðjuni, og so róðu teir suður við eini bedingsjollu at skriva á klettin. Tað skuldi vera, so at Kristian Djurhuus, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og agiteraði ímóti loysingini, skuldi síggja tað, tá ið hann kom norður aftur til Havnar úr Suðuroy við Smyrli.

Men lítið batti. Loysingin varð av ongum, og í 1948 gjørdist Kristian Djurhuus løgmaður í Føroyum.

Men staðarnavnið Loysing hevur livað síðani

Ivaleyst hava fleiri verið har úti við penslinum. Tað er vist, at í 1980 málaðu Jóanes Nielsen og Mass Ingi Jensen navnið upp aftur. Teir fóru til gongu við stiga og pensli, og so lýsti Loysingin aftur.

Knørrafólk hava eisini málað nakrar ferðir. Tvær reisir hevur tað verið í sambandi við polterabend hjá kvinnunum á Jarnbardi. Seinast í 2012, tá ið sjálv brúðurin kleiv upp við málingarbyttuni.

Hendan morgunin hjá Konginum var gott at sleppa í land

Men gakk vekk. Teir útvaldu komu ikki langt niðaná, so fóru teir á glið í grasinum og stóðu brátt aftur niðri í fjøruni sum kánusmenn.

So úr skónum og á leistum í heimabundnum hosum, og tá bar til. Hálvan tíma seinni lýsti Loysingin aftur, og fara tit út hagar, so síggja tit hana sjálv.

(Nota, skrivað tann 3. september 2021)

Eftir at henda søga kom út, er uppspurt, at talan helst er um tvær Loysingar.

Jens Mohr, bróðir Høgna Mohr, sum var við til at mála Loysingina fyrstu ferð, sigur í telefonsamrøðu við undirritaða tann 30. august 2021, at Høgni og teir málaðu ikki Loysingina har, sum hon er nú, men á Altarið nakað heimari. Hann sigur, at onnur skákstrikan í Y-num sást eftir fyri nøkrum árum síðan.

Jóanes Nielsen, sum málaði Loysingina í 1980, sigur somuleiðis í brævaskifti við undirritaða sama dag, at talan helst er um tvær Loysingar. Tá ið hann og Mass Ingi málaðu á sinni, funnu teir ikki upprunaloysingina og málaðu tí av nýggjum. Hetta var partur av upphitingini í sambandi við eitt 14. septemberdagshald.

Pauli í Sandagerði skrivar í viðmerking til aðra søgu um evnið, at verandi Loysing er ikki á upprunastaðnum men beint oman fyri eina lítla gjógv. Hann og abbin høvdu eitt fiskimið, sum teir kallaðu Loysing. “Lítla gjógvin opin og Glyvursnes í Borðuna.” Tá ið hann var barn, vóru upprunastavirnir enn lesandi.

Myndir frá túrinum (14 stk.)

So er loyst, og Kongurin fer damlandi út eftir Havnar vág.

So er loyst, og Kongurin fer damlandi út eftir Havnar vág.

Í Sandagerði.

Í Sandagerði.

Úti á Loysing. Miðskeiðis í myndini sæst navnið, mestsum burturkámað.

Úti á Loysing. Miðskeiðis í myndini sæst navnið, mestsum burturkámað.

Teir liggja útfyri og tingast um, hvørjir skulu fara í land við penslinum.

Teir liggja útfyri og tingast um, hvørjir skulu fara í land við penslinum.

Har fer ein.

Har fer ein.

Menn sita spentir og hyggja at.

Menn sita spentir og hyggja at.

Síðsta strok, og verkið er liðugt.

Síðsta strok, og verkið er liðugt.

Kópurin, sum fylgir okkum hvønn morgun, kom eisini at hyggja, hvat menn høvdust at.

Kópurin, sum fylgir okkum hvønn morgun, kom eisini at hyggja, hvat menn høvdust at.

Veðrið var gott, og vit hildu áfram út á Glyvursgjógv.

Veðrið var gott, og vit hildu áfram út á Glyvursgjógv.

Inni í Glyvursgjógv. Tíggjumannafar fær vent inni í gjónni.

Inni í Glyvursgjógv. Tíggjumannafar fær vent inni í gjónni.

Á veg inn aftur. Hóast langt burtur, so sæst Loysingin væl.

Á veg inn aftur. Hóast langt burtur, so sæst Loysingin væl.

Menn rinda sær møðina eftir stravnan róður.

Menn rinda sær møðina eftir stravnan róður.

Kongsmenn: Súni, Bernt, Hjalti, Petur, Atli, Janus, Øssur, Óli Jákup, Heri, Sjúrður og Rógvi.

Kongsmenn: Súni, Bernt, Hjalti, Petur, Atli, Janus, Øssur, Óli Jákup, Heri, Sjúrður og Rógvi.

Loysing er staðarnavn, miðskeiðis millum Argir og Glyvursnes.

Loysing er staðarnavn, miðskeiðis millum Argir og Glyvursnes.

Forrige
Forrige

Eykaaðalfundur

Næste
Næste

Felagsmyndin 2021