Vinnandi bátar fara framvegis at liggja í miðjuni

Ormurin Langi, ólavsøka 2019, Mynd: Ólavur Frederiksen

Ormurin Langi, ólavsøka 2019, Mynd: Ólavur Frederiksen

Á aðalfundi RSF tann 20. mars 2021 varð eftir uppskoti frá RSF gjørd tann fyribilssamtykt, at vinnandi bátur skuldi ikki longur liggja mittastur, men ytstur í øðrum borðinum, og aftasti bátur ytstur í hinum.

Róðrarsambandið hevur nú slept hesi ætlan.

Í kappróðrarumhvørvinum hevur nevniliga verið tvístøða um ætlanina, og nógv hava verið ímóti henni. RSF hevði tí nýggja hoyringsrundu millum feløgini við svarfreist tann 3. apríl, og eftir at feløgini nú hava sagt sína hugsan av nýggjum, hevur RSF í skrivi tann 9. apríl boðað frá, at ætlaði nýggi hátturin at leggja bátarnar verður sleptur.

Bátarnir fara tískil at liggja sum higartil. Vinnandi bátur í miðjuni við níggjutalinum, og næstu bátar hvørjumegin við hann.

Forrige
Forrige

Róðrarfelagið Knørrur nýggjar bjargingarvestar frá Trygd

Næste
Næste

RK fyllir 36 ár