RK hevur aðalfund tann 7. februar
Nevndin í Róðrarfelagnum Knørri lýsir til aðalfund í felagnum mikudagin, 7. februar 2024. Fundurin verður í Tollbúðini og byrjar klokkan 19.
Skrá:
Val av orðstýrara og fundarskrivara
Formansfrágreiðing frá farna ári
Góðkenning av roknskapi
Innkomin mál
Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
Ymiskt
Uppskot frá limum til atkvøðugreiðslu á aðalfundinum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi leygardagin, 31. januar 2024. Uppskot kunnu sendast við maili til rk@rk.fo ella við vanligum brævi til RK, Postboks 1062, 110 Tórshavn.
Nevndin