Ein mentorur í føroyskum kappróðri er farin
Á ársins síðsta degi legði Hannis Joensen árina inn. Tann stóri felagsmaðurin, leiðarin og mentorurin.
Ikki vardi tað meg, at tú fórt at taka hitt seinasta takið nú, Hannis. Tað eri eg ómetaliga keddur um.
Kom at kenna teg sum formann í Róðrarsambandinum, har tú vart vitugur og ikki minst diplomatiskur.
Eg kendi teg ikki í tíni stórheitstíð á Havnarbátinum, gullárini í 70'unum. Eingin ivi var um, hvar títt hjarta lá, tað lá hjá teimum hvítu í Álakeri. Sikkurt hevur ein og hvør við virðing fyri sær sjálvum úti í Hesti havt sama felagsnevnara sum tú.
Okkara vinskapur kom nærri í hesi øldini. Vit vóru ikki vinir privat, men vinir niðri við sjógvin og prátaðu nógv um kappróður, og tú segði mær nógvar søgur frá tíni tíð sum kapprógvari.
Tú vart altíð góður í ráðum, um tað var sum rógvari ella sum handverkari. Handverksfakið meistraði tú sum fáur.
Sum frásøgumaður á útvarpsbátinum vart tú altíð við tí góða orðinum. Var tað um staðið, fyrireikingina ella um róðurin, var tað altíð við tínum fyrikomandi smíli.
Alt tað besta á tíni ferð heim til Várharra, Hannis. Kanska mannar tú ein bát har uppi, um hann ikki longu er mannaður av Karl Olivuri og øðrum góðum fólki, sum farið er frammanundan.
Saknurin verður stórur eftir teg, Hannis, og størstur verður hann tykkum, Hallgerð, Beintu, Jógvani, Hugo og hinum í familjuni.
Hví í friði, Hannis. Tú vart ein stjørna.