Lærdu at nýta bjargingarvest

Klokkan 13 í dag hittust barnamanningar í Róðrarfelagnum Knørri í svimjihøllini í Gundadali. Ørindini vóru at síggja, hvussu bjargingarvestar virka í verki.

Barnabanningarnar á Jallinum og Tambar fingu undirvísing í týdninginum av bjargingarvestum og sluppu at loypa útí fyri at uppliva, hvussu hann blæsist upp, og hvussu væl man flýtur í honum.

Ein góð og lærurík løta.

Heini Tausen greiðir frá, hvussu vesturin virkar og skal nýtast.

Tey lupu úti. Til varavissu stóð ein vaksin klárur at leypa eftir teimum, um so var.

Tey lurta og hyggja spent.

Stuttligt var tað eisini, sjálvfylgjandi.

Næste
Næste

Ein mentorur í føroyskum kappróðri er farin