Tak eitt tak saman við okkum á ólavsøku

Til ólavsøkuróðurin býta róðrarfeløgini í Havn fyriskipanina ímillum sín. Róðrarfelagið Knørrur hevur atgongumerkjasøluna og skal brúka 50 vaktir til uppgávuna.

Vilt tú taka eina?

Tað er frá 15 til 18. Teir týdningarmestu tímarnir hjá kappróðrinum í býnum.

Man heilsar upp á glað fólk, fær ólavsøkubreyð og drekka og hjálpir til alt í senn. Ja, tað er ólavsøkuligt.

Send okkum eini boð

Skriva á Messenger til Maybritt við Strond ella Elsu Klein Olsen ella maila til rk@rk.fo. Tú kanst eisini siga tað við onkran, tú kennir í felagnum.

Vit siga túsund takk fyri hjálpina.

Vinarliga,
Róðrarfelagið Knørrur

Forrige
Forrige

RK hevur aðalfund tann 7. februar

Næste
Næste

Seksmannafarið Herningur til Danmarkar