Fyrsti flotingardagur hjá Jallinum

Mánadagin 9. apríl flotaðu Jalsdreingir fyrstu ferð í ár og settu kós inn í eina harða og spennandi kapping. Teir hava vant á maskinum síðan oktober, og nú var gott at sleppa í bát aftur. Endamálið hjá dreingjunum er sum altíð at rógva upp til sítt potentiali.Manningin er broytt í mun til í fjør. Sámal, Johan og Andor eru ikki við, og fyri teir eru komnir Guðmundur, Hallur og Hjalgrím, sum allir eru royndir kappróðrarmenn. Fýra av vinnaramanningini í fjør halda fram. Brandur, Brestir, Mækir og Christian.Kappingin hjá dreingjum var hørð í fjør, og tað man hon eisini blíva í ár. Seinast vann Jallurin kappingina, beint framman fyri Royndina Fríðu. Hvussu langt tað røkkur í ár, fáa vit fyrstu gitingina um á norðoyastevnu, tá ið startskotið fellur.Toft: Brandur Jógvansson, Hjalgrím Davidsen. Rúm: Hallur Natestad, Christian Dahl. Lær: Brestir Mikkelsen, Mækir í Jákupsstovu. Rong: Guðmundur Norðbúð.

Forrige
Forrige

Jallurin vann í Vestmanna

Næste
Næste

Gull, silvur og bronsu