Gull, silvur og bronsu
Jalsdreingir royndust væl í formulakappingini, sum var í Eysturskúlanum í dag. Samlað fekk manningin eitt gull, eitt silvur og eina bronsu.Heiðursmerkini fingu teir við luttøku í stafettini, umframt at Hallur og Brestir róðu 500 metrar sprint. Tað gjørdu teir báðir so væl, at teir vunnu ávikavist gull og bronsu. Uppímillum teirra kom ein røsk genbta úr Fuglafirði, sum stre…yk av stað við silvurmerkinum, tá ið tíðirnar vórðu korrigeraðar. Ókorrigerað vóru okkara dreingir langt fremstir, og vit eru errin av teimum. Hjartaliga lukku við tí, Hallur og Brestir. Nevnast skal eisini, at korrigeraða tíðin hjá Halli var framúr góð, 1:15.1.Í stafettini vunnu Jalsdreingir silvur eftir ein frálíkan dyst við serliga dreingirnar á Teistanum og menninar Suðringi, sum fingu ávikavist gull og bronsu. Tíggju bátar luttóku, so úrslitið hjá okkara dreingjum var óføra gott. Eginliga var tað fantastiskt, tí Jallurin var einasta stafettin, sum eisini hevði luttakarar við til sprintkappingina stutt áðrenn. Tað er flott róð!Til lukku, ungu kempur!
Manningin á Jallinum í ár, avmyndað til steypahandandina. Ovast frá vinstru: Brestir Mikkelsen, Christian Dahl og Hallur Nattestad. Niðast frá vinstru: Hjalgrím Davidsen, Brandur Jógvansson og Mækir Í Jákupsstovu. Róðursmaður Jalsins og myndamaður er Guðmundur S. Norðbúð.Síggið allar tíðirnar frá dagsins kapping á http://ergometertider.dk/?page=results®atta=fm2012