Jallurin vann í Vestmanna

Átjan bátar vóru við til langróður í Vestmanna tann 17. mai í ár. Av teimum vóru tveir bátar frá Róðrarfelagnum Knørri,  Jallurin við dreingjum og Herningur við old girls.Úrslitið gjørdist, at Jallurin við dreingjum vann kappingina, og Herningur gjørdist nummar 16. Allar bátastøddir vóru umboðaðar, og fleiri av oddakandidatunum til ymisku FM-heitini vóru eisini við, so úrslitið hjá Jallinum má sigast at vera stak gott.Hvussu leikur ferð, nú stevnurnar fara at nærkast, er heilt onnur søga. Tá er teinurin 1.000 metrar, sum gevur fleiri bátum møguleikan at gera seg galdandi. Men Jallurin vann í Vestmanna, og til lukku við tí!  Úrslitini vóru hesi:01 Jallurin, dreingir02 Havfrúgvin, dreingir03 Hvassi, gentur04 Suðuroyingur05 Miðvingur06 Havnarbáturin07 Vestmenningur08 Gullbrandur09 Drekin, dreingir10 Erla Kongsdóttir, gentur11 Argjabáturin12 Riddarin, menn13 Havfrúgvin, kvinnur14 Blikur, gentur15 Tjaldrið, gentur16 Herningur, kvinnur17 Hvessingur, kvinnur18 Beinta, gentur 

Forrige
Forrige

So leggja vit árarnar út aftur

Næste
Næste

Fyrsti flotingardagur hjá Jallinum