Formulakappingin 2013

Farna vikuskiftið skipaði Havnar róðrarfelag fyri óalmennari FM-kapping í inniróðri, nevnd Formulakappingin. Kappingin varð hesa ferð hildin í Hoyvíkshøllini, eftir at hon í nøkur ár hevur verið í Eysturskúlanum.Mest vinnandi felagið í ár gjørdist ÍF Kappróður, ið hevði tíggju tilmeldingar og serliga gjørdi vart við seg á kvinnusíðuni. Felagið vann 6 gull, 1 silvur og 1 bronsumerki.Róðrarfelagið Knørrur hevði bara ein luttakara í einstaklingakappingini. Tað var Hallur Nattestad, sum stillaði upp í 2000 metrum fyri dreingir, 17-18 ár. Hartil høvdu vit tvær stafettmanningar, Jallin við dreingjum og Herning við monnum.Tað gekk frágera væl hjá okkara rógvarum. Hallur vann gull í sínari kapping, og Jallurin og Herningur vunnu ávikavist gull og silvur í mansstafettini. Hallur, sum júst hevur luttikið í HM-kapping í Boston, er í góðum formi og vann sína kapping rættiliga trygt við tíðini 6:42.8. Í Boston róði hann 6:35.4. Tveir aðrir luttakarar vóru. Silvur vann Sigurð Fríði Fróðason úr Miðvágs róðrarfelag við tíðini 6:57.2, og bronsu vann Hákun Bláberg, eisini úr Miðvágs róðrarfelag, við tíðini 6:58.6. Miðvingar vóru annars best umboðaða felag í kappingini við 13 einstaklingum og 3 manningum.(Manningin á Jallinum. Frá vinstru: Ernst á Heygum Kass, Brandur Jógvansson, Mækir B. Gullbein, Hjalgrím K. Davidsen, Teitur S. Nolsøe og Hallur Nattestad.)Í stafettini hjá monnunum gekst eisini framúr væl. Jallurin og Herningur fóru av stað við báðum teimum fremstu plássunum. Hetta er besta úrslit, sum Róðrarfelagið Knørrur hevur haft í eini stafettkapping. Kappingin er skipað við handicapfaktori, so at yngstu og lættastu manningarnar starta fyrst og hinar aftaná eftir tyngd og aldri. Átta manningar luttóku í mansstafettini. Jallurin, Herningur, Drekin, Havnarbáturin, Blikur, Miðvingur, Gongurólvur og Riddarin, sum komu á mál í nevndu raðfylgju. Sostatt vóru fimm tær fremstu manningarnar úr høvuðsstaðnum. Nevnast kann, at høvdu manningarnar startað í senn, so hevði Róðrarfelagið Knørrur eisini átt fyrsta plássið, tí Herningur átti bestu tíðina.Kvinnustafettina vann Erla Kongsdóttir úr ÍF Kappróðri. Silvur vann blandað manning úr Argja róðrarfelag, og bronsu vann blandað manning úr Miðvágs og Havnar róðrarfelag.Mest vinnandi felagið í ársins Formulakapping gjørdist annars ÍF Kappróður, ið hevði tíggju tilmeldingar og serliga gjørdi vart við seg á kvinnusíðuni. Felagið vann 6 gull, 1 silvur og 1 bronsumerki. Síðan kom Havnar róðrarfelag við 2 gull, 3 silvur og 2 bronsumerkjum og Argja róðrarfelag við 1 gull, 3 silvur og 2 bronsumerkjum.Til samans luttóku 43 einstaklingar og 14 manningar úr 7 feløgum. Tey vóru ÍF Kappróður, Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag, Kappróðrarfelagið NSÍ, Miðvágs róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Sands róðrarfelag.Síggj øll úrslit frá kappingini á www.ergometertider.dk.(Manningin á Herningi. Aftast: Brestir Mikkelsen, Henningur-Einar Juul, Bogi Sørensen og Jóhan Guðjónsson. Fremst: Christian Dahl og Teitur V. Guttesen).

Forrige
Forrige

Barnaróður ikki longur FM

Næste
Næste

Góð róðrarúrslit í Boston