Góð róðrarúrslit í Boston

Í gjár luttóku fýra føroyingar í heimsmeistarakappingini í innirógving í Boston. Ferðalagið fór av stað síðsta mánadag og hevur brúkt farnu vikuna til at leggja síðstu fyrireikingarnar til rættis.Úrslitini vóru góð, og fleiri rógvarar vístu framgongd – eitt nú setti Hallur Nattestad úr Róðrarfelagnum Knørri nýtt persónligt met.Teir fýra rógvararnir vóru annars Jógvan Sofus Vilhelmsen úr Klaksvíkar Róðrarfelag, sum róði í bólkinum menn, 30-39 ár, Hallur Nattestad úr Róðrarfelagnum Knørri, sum róði í bólkinum mansunglingar, lættvekt, Øssur Hansen úr Miðvágs Róðrarfelag, sum róði í bólkinum menn, 30-39 ár, lættvekt, og Rannvá Lava Olsen úr Danske Studenters Roklub, sum róði í bólkinum kvinnur, opin bólkur.Úrslitini frá kappingini í Boston 2013 gjørdust hesi:Øssur Hansen: nr. 7 við tíðini 06:44.3. Vinnari varð Matthias Schömann-Finck úr Týsklandi við tíðini 06:15.8.Hallur Nattestad: nr. 10 við tíðini 6:35.4. Vinnari varð Alexander Diedrich úr Týsklandi við tíðini 06:27.4.Jógvan Sofus Vilhelmsen: nr. 4 við tíðini 6:13.8. Vinnari varð Jens Raab  úr Týsklandi við tíðini 6:04.1.Rannvá Lava Olsen: nr. 9 við tíðini 7:00.2. Vinnari varð Olena Buryak úr Ukreina við tíðini 06:31.6.Í fjør vóru 7 føroyskir rógvarar í Boston, og tríggir av teimum vóru við aftur í ár, nevniliga Øssur Hansen, Hallur Nattestad og Jógvan Sofus Vilhelmsen. Allir høvdu teir betri tíðir hesa ferð. Í fjør gjørdist Øssur nr. 6 við tíðini 6.46.4, Hallur gjørdist nr. 16 við tíðini 6.39.5, og Jógvan Sofus Vilhelmsen gjørdist nr. 8 við tíðini 6.18.8.Tað er Róðrarsamband Føroya, sum skipar fyri at geva føroyskum rógvarum møguleikan at sleppa til kappingina í Boston. Luttakararnir verða kosnir við almennari úttøkukapping, sum í ár varð hildin í kappróðrarneystinum hjá NSÍ í Runavík tann 5. januar.Ferðalagið verður væntandi aftur í Føroyum longu í kvøld.Síggið annars fleiri tíðindi frá ferðini á www.rsf.fo.(Mynd: Martin Simonsen, RSF).

Forrige
Forrige

Formulakappingin 2013

Næste
Næste

Innivenjingin flutt yvir á Eystaru Bryggju