Barnaróður ikki longur FM

Á aðalfundi RSFs í dag varð samtykt at strika FM-heitið í barnaróðri.Talan var um eitt uppskot frá Miðvágs Róðrarfelag um, at man framyvir skuldi halda fast við, at tvey tey lakastu úrslitini skuldu dragast frá samlaða stigatalinum. Hetta orsaka av, at aðalfundurin í 2012 samtykti at nú skuldu allar stevnurnar telja við.Í øðrum lagi legði uppskoti upp til, at barnaróðurin skuldi vera stevnuróður, sum einki stig gav. Atkvøtt varð einans um hetta seinna, og varð tað samtykt við 12 atkvøðum fyri og 6 ímóti. Ein var blonk.Róðrarfelagið Knørrur atkvøddi ímóti uppskotinum um at strika barnaróðurin sum FM. Ætlanin var at atkvøða fyri seinna uppskotinum um, at man eisini framyvir strikaði tvey tey lakastu úrslitini. Men hetta kom sum sagt ikki til atkvøðugreiðslu.

Forrige
Forrige

Bara tveir árgangir í barnaróðri

Næste
Næste

Formulakappingin 2013