Bara tveir árgangir í barnaróðri

Á aðalfundi RSFs tann 30 mars í ár tók kjak seg upp um hvørjir aldursbólkar kundu luttaka í barnaróðri. Tíanverri varð orðaskiftið heldur fløkt, og gjørt varð í minna lagi við at kasta ljós á málið. Vit fara tí her at royna at lýsa hvørjir aldursbólkar í veruleikanum kunnu vera við.Grein1."Við 5-mannaførum FM í barnaróðri við gentum og dreingjum, skal rógvarin vera fyltur 12 ár áðrenn 1. januar. Og rógvarin skal ikki fylla 14 ár áðrenn 1. januar (tvs. at rógvarin kann vera 12, 13, ella 14 ár). Tó skal róðursmaðurin fylla 18 ár áðrenn 1. Januar"Hugsa vit okkum eina tulking av greinini fyri kappingarárið 2013, verður úrslitið hetta:"Við 5-mannaførum FM í barnaróðri við gentum og dreingjum, skal rógvarin vera fyltur 12 ár áðrenn 1. januar."Tað vil siga, at fyllur rógvarin 12 innan 1. Januar 2013, fyllur hann 13 í 2013, og er sostætt talan um árgang 2000."Og rógvarin skal ikki fylla 14 ár áðrenn 1. Januar"Tað vil siga, at rógvarin skal fylla 14 ár tann 1. Januar ella seinni í 2013, og er sostætt talan um árgang 1999.Eftir hesari tulking umfatar barnaróðurin einans tveir árgangir.Sambært samtyktum viðtøkum á aðalfundum RSFs hevur barnaróðurin ongantíð umfatað færri enn tríggjar árgangir, og er hetta eisini í tráð við tað, ið RSF helt fast um á aðalfundinum í ár. Men tá hetta ikki sæst aftur í greinini, má tað metast at vera uppstaðin ein feilur tá greinin er skrivað.Róðrarfeløgini hava eisini hildið seg til tríggjar árgangir undanfarin ár. T.d. í 2011 vóru árgangirnir 1997, 1998 og 1999, meðan teir í 2012 vóru 1998, 1999 og 2000. Um sami leistur var galdandi í ár var talan um árgangirnir 1999, 2000 og 2001.Fyri at halda seg innanfyri greinina um aldursmark er tískil vert hjá róðrarfeløgum at hava í huga, at barnaróðurin ikki longur eigur at umfata hesi yngstu, sum annars hava luttikið undanfarin ár, men einans teir báðar eldru árgangirnar, sum í 2013 eru 1999 og 2000.

Forrige
Forrige

Innkalling til aðalfund

Næste
Næste

Barnaróður ikki longur FM