Innkalling til aðalfund
Aðalfundur verður í Róðrarfelagnum Knørri mikudagin tann 1. mai kl. 18.30 í nýggju venjingarhølum felagsins niðanfyri skansan. Sí her: http://www.rk.fo/innivenjingin-flutt-yvir-a-eystaru-bryggju/Skrá sambært viðtøkunum. Sí her: http://www.rk.fo/log/Uppskot frá nevndini um neyvari ásetingar viðvíkjandi limabólkum og limagjaldi.Aðalfundurin ásetur á hvørjum ári limagjaldið. Sum er, er limagjaldið kr. 600,- fyri íðkandi limir 18 ár og eldri, kr. 450,- fyri íðkandi limir yngri enn 18 ár og kr. 100,- fyri hvílandi limir.Felagið hevur bátarnar Úlv og gamla Jarnbard standandi til taks fyri limirnar. Greiða skal finnast á um hesir bátar óavmarkað eru til taks fyri hvílandi limir ella um teir einans eru til íðkandi limir. Í triðja lagi kann talan blíva um at stovna ein nýggjan limabólk við hægri gjaldi (t.d. kr. 300,-) enn hvílandi limur, men sum hevur atgongd til hesar báðar bátarnar. Altso tríggir valmøguleikar til aðalfundin at taka støðu til.NevndarvalNevndin er ídag samansett av trimum nevndarlimum. Rúni Joensen er formaður, Valborg Hammer er skrivari og Petur í Gong er virkandi kassameistari.Vit vilja fegin veksa nevndina uppí fimm fastar limir, og er hetta eisini í tráð við viðtøkur felagsins, ið siga, at veljast skulu í minsta lagi fimm limir í nevndina. Limirnir verða valdir at sita eitt tveyára skeið. Harumframt ynskja vit, at valdir verða tveir tiltakslimir í nevndina. Uppskot um nevndarlimir eru vælkomin.