Seksmannafarið Herningur til Danmarkar

Mynd: RK

Tá ið Norrøna loysir frá havnarkai klokkan átta í kvøld, skíriskvøld, er hitt bláa seksmannafarið Herningur við umborð, bast og bundið millum akførini onkustaðni á bildekkinum. Tað skal til Danmarkar, nærmari sagt til hin blómandi lestrarbýin, Aalborg.

Har hava føroyingar nýliga stovnað Álaborgar Róðrarfelag

Sum ein gestus hevur Róðrarfelagið Knørrur latið teimum seksmannafarið Herning í gávu.

Stigtakarar til nýggja róðrarfelagið eru Bjarti Guttesen Viderø, Bryndis Maria Jóhannudóttir, Steinar W. á Tórgarði og Vár Petersen. Áhugin hjá føroyingum í Aalborg at rógva er stórur, og longu nú, áðrenn Norrøna hevur loyst, hava tey fleiri ferðir upp í bátin av fólki. Serliga eru tað kvinnurnar, sum halda seg framat.

Niðurkomin fer báturin at standa í neystinum hjá Roklubben Ægir

Danska felagið húsast á Søsportsvej 4, og í túninum so at siga tutlar Limfjørðurin framvið. Navnið Søsportsvejen kemst ikki av ongum, tí økið umkring er alt til sjóítrótt, og næstu grannar eru alt róðrarfeløg av ymiskum slag.

Tað er tí eitt satt róðrarumhvørvi, sum føroysku aalborgensararnir sleppa at rokast í, og alt er innansyndis eisini, so tað skuldi verið gott at róð, bæði summar og vetur.

Hvussu báturin fer at eita, hava tey ikki avgjørt enn

Sum skilst, verður hann doyptur fyrsta dagin, og so verður lagt á danskan fjørð.

Róðrarfelagið Knørrur ynskir tykkum alt tað besta við verki tykkara.

Leinki

Søgan um Herning og myndir av manningum

Álaborgar Róðrarfelag á Facebook

Roklubben Ægir á Facebook

Heimasíðan hjá Roklubben Ægir


Teir gera bátin kláran at senda niður.
Mynd: RK

Tað er her, hjá Roklubben Ægir, at Álaborgar Róðrarfelag fer at halda til.
Mynd: Roklubben Ægir

Ein lagalig løta.
Mynd: Roklubben Ægir

Felagið hevur innihyl at venja áralag.
Mynd: Roklubben Ægir

Stilli.
Mynd: Roklubben Ægir

Morgunsól.
Mynd: Roklubben Ægir





Forrige
Forrige

Tak eitt tak saman við okkum á ólavsøku

Næste
Næste

Í fjøruti søkur og tvær – ein tøkk til Poulu Lützen