Logo og litir

Nakað av tí, sum samlar okkum.

Logo

Høgni Jacobsen teknaði logo okkara í 2005. Tað varð kosið besta uppskot í kapping við onnur og kunngjørt á 20 ára føðingardagsveitsluni.

Heinta svart og hvítt logo (pdf)
Heinta svart og hvítt logo (jpg)
Heinta blátt og hvítt logo (jpg)

 
 

Litir

RK er blátt og hvítt. Litirnir stava frá áttamannafarinum Postbátinum. Hann var bláur við hvítari rond, tá ið vit keyptu hann í 1985, og vit hava varðveitt litirnar síðani. Tekniskt eitur blái liturin RAL 5017.

Litkodur:

HEX:
#005b8c

RGB:
Reytt: 0 (0%), Grønt: 91 (36%), Blátt: 140 (55%)

CMYK:
Cyan: 100%, Magenta: 60%, Gult: 0%, Svart: 10%