Rógv í RK

Vilt tú rógva, er Róðrarfelagið Knørrur eitt gott stað. Her eru bæði børn, ung og tilkomin.

Spyr ein rógvara í felagnum, fylgst við onkrum ella skriva til okkara á rk@rk.fo.

So ert tú á veg.

 

Børn

Í Róðrarfelagnum Knørri læra børn at rógva og at vera í báti. Hetta er á vári og sumri, tá veðrið er gott. Vit leggja størri dent á at vera við enn at vinna.

Ung

Hjá ungum er meiri ferð á, og sigurshugurin er størri. So hvørt, sum tey búnast, skipa tey ofta venjingina sjálv. Felagið stuðlar og skapar umstøður.

Tilkomin

Róðrarfelagið Knørrur er eisini fyri tilkomin, ið vilja halda sinn og skinn við líka. Ferðin er minni, men kenslan at flóta í báti er hin sama góða sum altíð.

Neystini og Tollbúðin

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág, í gamla neysti á Skálatrøð og í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Í Evensens og gamla neysti eru bátarnir. Har eru vit á vári og sumri. Í Tollbúðini eru maskinurnar og vektirnar. Har eru vit á heysti og vetri.

 

Neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi.