RK fyllir 36 ár

Sarita Kristina Hansen, Jógvan Elias Jakobsen og Kristian Linklett Mortansson.

Sarita Kristina Hansen, Jógvan Elias Jakobsen og Kristian Linklett Mortansson.

28. februar er føðingardagur hjá Róðrarfelagnum Knørri. Dagurin varð hátíðarhildin dagin fyri, tá felagið bjóðaði til kaffi, køkur, fruktsaft og annað gott. Hetta fór fram samstundis sum 2. umfar av RK Prix kappingini varð hildið.

Tað er ikki vanligt, at eitt kappróðrarfelag fær nakra serliga føðingardagsgávu á 36 ára degi sínum. Men RK fekk veruliga stórar gávur hendan dagin.

Fyrr í vikuni gjørdist róðurskvinnan umborð á Orminum Langa, Sarita Kristina Hansen, tvífaldur heimsmeistari í inniróðri. Og hendan sama leygardagin gjørdist Kristian Linklett Mortansson, sum rør við Orminum Langa, nummar 3 í HM róðri.

Sarita gjørdist heimsmeistari í 2000 m við tíðini 7:23,0 f. kvinnur 30-39, lættvekt. Hetta var samstundis persónligt met hjá henni. Síðani vann Sarita eisini HM í 500 m kapping fyri kvinnur 30-39, lættvekt.

Kristian gjørdist nr. 3 í HM 500 metur kapping við tíðini 1:19,2 fyri U23 menn.

Formaðurin, Jógvan Elias, handaði teimum blómutyssi frá felagnum og segði nøkur vælvald orð. Jógvan Elias legði m.a. dent á týdningin av, at slíkar fyrimyndir húsast her í felagnum, sum aðrir limir, kanska serliga teir yngru, kunnu síggja upp til.

Forrige
Forrige

Vinnandi bátar fara framvegis at liggja í miðjuni

Næste
Næste

Aðalfundur - nýggj nevnd