Gleðilig jól

Tað er fast, at jólaaftansmorgun rógva oldgirlsirnar og oldboysarnir í Knørrafelagnum sær ein lítlan túr út á vágna. Soleiðis var eisini í kuldanum og flykrunum í morgun.

Aftaná fáa vit okkum ein kaffimunn í gamla neysti og eyðvitað okkurt heimabakað og eina góða søgu afturvið. Hugnaligt, er tað. Bara eina lítla løtu saman, og so til húsa heim at halda jól.

Gleðilig jól, øll somul.

Forrige
Forrige

Eykaaðalfundur og aðalfundur 25. feb.

Næste
Næste

Aðalfundurin hjá RK útsettur nakað afturat