Bílegg tær felagsjakkan hjá RK 2022

Nú ber til at bíleggja sær flotta felagsjakkan hjá RK 2022.

Soleiðis gert tú

Far niðan í Sport 24 í SMS og sig við starvsfólkið har, at tú vilt bíleggja felagsjakkan hjá RK 2022, so hjálpa tey við øllum. Vil man hava sponsorar á, so hjálpa tey eisini við prenti av sponsorum.

Jakkin kostar 360 krónur við prenti.

Vil man prenta sitat á ryggin, soleiðis sum manningarnar gera, sær man sitatini á rk.fo/novn-skrift-og-sitat.

Freistin at bíleggja er hósdagin, 28. apríl

Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við felagsjakkan, kanst tú seta teg í sambandi við Eivy Olsen, forkvinnu okkara, á telefon 215046 ella skriva til felagið á rk@rk.fo.

Róðrarfelagið Knørrur

Leinki í sambandi við prent á búnar hjá RK

Nøvn, skrift og sitat

Logo og litir

Forrige
Forrige

Plussiliga skein sólin – Knørrur verður við í kappróðrinum í ár

Næste
Næste

Í báti á fyrsta sinni