RK hevur aðalfund leygardagin, 8. januar

Boðað verður til aðalfundar í Róðrarfelagnum Knørri leygardagin, 8. januar 2022, klokkan 17 í Tollbúðini.

Skrá:

  1. Val av orðstýrara og fundarskrivara

  2. Formansfrágreiðing frá farna ári

  3. Góðkenning av roknskapi

  4. Innkomin mál

  5. Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara

  6. Ymiskt

Uppskot til atkvøðugreiðslu skulu sendast við telduposti til rk@rk.fo í síðsta lagi sunnudagin, 2. januar.

Vit heita á allar limir felagsins um at møta.

Gevið gætur, at av misgáum er fundurin lýstur ein dag seinni, enn viðtøkurnar siga. Samsvarandi er freistin hjá limunum at senda inn uppskot til atkvøðugreiðslu longd við einum degi.

Nevndin.

 
Forrige
Forrige

Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir?

Næste
Næste

Eykaaðalfundurin verður í Evensens