Stuðlar

Sum stuðul tekur tú eitt tak saman við kappróðrinum og fyri møguleikanum hjá børnum og ungum at royna bát og sjógv.

 

Hvat fært tú afturfyri?

Tað eru fleiri møguleikar. Set teg í samband við nevndina, so finna vit fram til tað besta saman.

Neystini og Tollbúðin

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág, í gamla neysti á Skálatrøð og í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Í Evensens og gamla neysti eru bátar okkara. Har eru vit um summarið. Í Tollbúðini eru maskinur og vektir. Har eru vit um veturin.

 
Neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkúsi.

Neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkúsi.