Søga

Á vári í 1985 vildu nakrir havnardreingir rógva kapp. Teir keyptu eitt áttamannafar og kallaðu tað Knørr, tí tað var eitt vakurt navn. Bert ein hevði róð fyrr; men teir vóru ágrýtnir og fingu ein skilamann at leggja sær lag á. Tá ið árið var liðugt, vóru teir føroyameistarar.

Soleiðis byrjar søgan um Róðrarfelagið Knørr. Gamli báturin stendur nú Fornminnissavninum; men eftir hann er so nógv. Spennandi løtur og góðar stundir á mangan hátt. Og har er felagið, har ungdómar og tilkomin enn gleðast við bát og sjógv.

Síggj byrjanina til Róðrarfelagið Knørr á YouTube.