Limagjald

Tú rindar limagjald til RK um vanliga netbanka tín. Kontunummar felagsins er 6460 365.183.7 í Bank Nordik. Viðmerk navn og eftirnavn saman við flytingini.

Gjøldini eru hesi:
Limagjald fyri 16 ár og yngri: 450 kr.
Limagjald fyri 17 ár og eldri: 600 kr.
Limagjald fyri tey, sum rógva við Úlvi: 100 kr.
Limagjald fyri hvílandi limir:*  100 kr.

*) Hvílandi limir eru tey, sum ikki eru aktiv, men sum kortini vilja stuðla felagnum.

Um limagjaldið sigur § 9 í viðtøkum okkara soleiðis:
Aðalfundurin ásetir limagjaldið fyri komandi ár, og limagjaldið skal vera goldið í seinasta lagi tann 25. apríl í hesum ári. Vil persónur lima seg inn sum hvílandi lim í felagið eftir tann 25 apríl, verður gjaldsfreistin ein mánaður. Vil persónur lima seg inn sum virknan lim eftir 25 apríl, verður limagjaldið at gjalda beinanvegin.

Limagjaldið kann vera ymiskt fyri ymiskar limabólkar, t.d. virknar og hvílandi limir, og aðalfundurin kann eisini áseta serligt limagjald fyri virkir, felagsskapir og annað.

Skriva eina viðmerking

Tú mást vera loggað/ur á fyri at viðmerkja.