Tað besta er ofta ókeypis

Meðan Havnin lá og fekk eygu, fór vit damlandi út eftir vágni henda stilla leygarmorgun. Vistu ikki reiðiliga, hvønn veg, vit skuldu fara, tí sovorðnar morgnar ber alt til. Til Nólsoyar kanska? Út á Glyvursnes? Til Hoyvíkar?

Á dett deiliga veður

Og tað vóru tað ikki bara vit, sum hildu. Har, undir Argjalandinum, fóru tær á Silkisegli vaggandi, og innan fyri okkum smeyg ein dreingjamanning sær ígjøgnum sjógvin við djørvum tøkum. Fagrir ungdómar við dreymum um sigrar og sixpacks.

Og man følir, at Summarstevnuvalsurin er lige om hjørnet.

Men á Konginum eru vit ikki ordiliga har

Vit eru í einum tempereraðum been there done that-mode, og fikst snaraðu vit um nýggja mola, settu kós niðan til Hoyvíkar og løgdu sixpackarnar aftur um okkum.

Tað var sum á gólvinum niðaneftir, og tað var bara ein lítil løta, so vóru vit á Hoyvíkini. Og hygg, har lá Hoyvíkshólmur sum eitt smørhol og freistaði í sjónum, og menn brellaðust sum piltar eftir at sleppa upp á hann – og hvat tá! Summir høvdu verið uppi á honum áður og vóru eftir til at halda bátin frían, meðan jomfrýrnar lupu í land og fóru at hyggja seg um.

Løtu seinni vóru allir aftur í bátinum, og so settu vit fulla ferð á oman aftur til Havnar.

Ein fínur róður, og ikki minst ein frálíkur leygarmorgun

Tað góða við slíkum morgnum er eisini, at tá man er ílandafturkomin, so liggur allur dagurin opin, og man er komin í støtið til brúka hann.

Satt er tað, sum ein av kongunum segði henda morgunin. Man betalir fyri so nógv, men tað besta er ofta ókeypis.

Skal man fara Nólsoyar? Út á Glyvursnes? Til Hoyvíkar? Í góðum veðri ber alt til.

Tað bleiv niðan til Hoyvíkar. Her fara menn í land á hólminum, meðan aðrir eru eftir í bátinum til at halda hann frían frá landi.

Frá vinstru: Rógvi, Annfinn, Súni, Óla Jákup, Atli, Hjalti og Ernst.

Óla Jákup í takholt við vitan.

Kongar.

Ernst ytst á klettinum.

Teir liggja tolnir útfyri og bíða. Rúni, Remi, Øssur og Sjúrður.

Síðsta mann inn í bátin, og so fulla ferð á oman aftur til Havnar.

Forrige
Forrige

Ein klassikari er farin – minningarorð um Hans

Næste
Næste

Plussiliga skein sólin – Knørrur verður við í kappróðrinum í ár