Plussiliga skein sólin – Knørrur verður við í kappróðrinum í ár

Fyri einum mánaði síðan slepti Róðrarfelagið Knørrur so at siga tankanum um vera umboðað millum teir vaksnu menninar í ár. Ja, kanska í nøkur ár fram.

Tá blivu ið hvussu er Knørrur og Ormurin Langi hivaðir upp á aðru hædd á Bacalao saman við Herningi og Úlvi. Har skuldu teir vera fyri vell, inntil vit kundu hava teir í okkara egna neysti um nøkur ár. Tí rúm er ikki fyri teimum longur í Evensens, og at finna annað pláss hevur verið sum í Betlehem á sinni. Alt er fult.

Men so skein sólin

Tað vóru feðgarnir og knørramenninir, Sonny og Leivur Johannesen, sum bjóðaði okkum at hava Knørr í neystinum hjá sær í Álakeri, og stóra og hjartans tøkk fái teir fyri tað.

Tað var eitt-tvey-trý, so var neystið klárt og Knørrur fingin niður aftur av Bacalao. Og nú stendur hann væl í neystinum hjá Sonna og Leivi og gleðir seg at sleppa at vera við í kappróðrinum í ár.

Manningin verður something old og something new. Nakrir av manningini frá í fjør vera við, onkur verður av Orminum Langa, og so eru aðrir raskir menn. Teir eru ikki slopnir í bátin fyrr enn nú, so teimum manglar fitt av venjing, men veri so tað.

Knørrur verður við, og tað er tað besta!

Neystið hjá Knørri í Álakeri.

Teir skrúva og rigga til at fáa bátin inn.

Kappróðrarbátar hava verið í neystinum fyrr. Beinta er ein, og Súlan og Floksbáturin hava eisini verið. Ja, og Knørrur við.

Feðgarnir báðir, Sonny og Leivur Johannesen. Leivur hevur sjálvur róð við Knørri og var við á manningini, sum vann føroyameistaraheitið við bátinum í 2006.

Trúgvur er hann sum fáur, Jóhan Guðjónsson. Her stendur hann og borar fyri einum lunni. Jóhan verður ein av manningini á Knørri í ár. Hann hevur síðstu árini róð við Orminum Langa og hevur eisini róð við Herningi og Jallinum.

So er bara finishið eftir, og tá man ongan kust hevur, so brúkar man eina uppvaskibust. Hvat tá!

Yviri á Bacalao eftir bátinum. Westward Ho lá við bryggju, har menn riggaðu til. Teir høvdu alla útgerð og hjálptu okkum at fáa bátin niður. Takk skulu teir hava fyri tað.

Petur Müller krøkir í, meðan hinir eygleiða spentir. Nú má gerast rætt, so at kranin ikki skal missa bátin niður á bryggjuna. Petur róði eisini við Knørri í fjør, og í ár verður hann bátsformaður.

So fleyt.

Teir róðu bátin yvir. Fjøra var, og grunt er útfyri, so nakrir settu seg aftur í bátin fyri at fáa hann meira uppúr framman til at draga tað fyrsta.

Liðugt arbeiði. Endiliga sleppa hesir frægu og aðrir við teimum í bátin at venja. Bestu eydnu, dreingir!

Forrige
Forrige

Tað besta er ofta ókeypis

Næste
Næste

Bílegg tær felagsjakkan hjá RK 2022