Stórar broytingar í barnaróðrinum

Komandi ár verður barnaróðurin longdur úr 500 metrum uppí 1000 metrar. Samstundis verða allar stevnurnar galdandi í samlaðu stigunum. Altso dregur man næsta ár ikki longur tvær tær lækastu stevnurnar frá.Sum barnaróðurin er skrúvaður saman til og við í ár eru einans fimm tey bestu úrslitini hjá bátunum galdandi. Fyri Róðrarfelagið Knørr merkir hetta, at longu á fjarðastevnu var Jallurin við gentum vinnarar í føroyameistarakappingini.Hjá smádreingjunum er Pílur so mikið tryggur á samlaða triðjaplássinum, at Kollur skal vinna róðurin á ólavsøku meðan Pílur einki stig skal fáa, um Pílur skal missa bronsuna í føroyameistarakappingini. Barnaróðurin byrjaði afturi í 2003, men tók ikki veruliga dyk á seg fyrr enn í 2008 og 9, og serliga 2010, har genturnar á hvørjari stevnu róðu í fleiri riðlum. Í 2011 gjørdi RSF eina roynd at menna barnaróðurin við at umleggja hann til FM kapping.Men ein FM kapping forpliktar feløgini. Er eitt FM at fara eftir, fer man eftir tí. Tí var vandi fyri, at nøkur ruku av í svinginum. Hetta sæst einamest av, at í 2010 vóru nakrar og tjúgu manningar við í barnaróðri við gentum meðan vit í 2012 eru komin niður á 8 manningar.Men vónandi fer broytingin við málteininum og samlaðu stevnunum í stigatali til komandi ár at menna barnaróðurin soleiðis, at fleiri ungar manningar leggja til brots á nýggja 1000 metrar málinum.Mynd: Eileen Sandá, ólavsøka 2011

Forrige
Forrige

Jallurin gentur cementerar

Næste
Næste

Jallsgentur FM vinnarar í barnaróðri