Jallsgentur FM vinnarar í barnaróðri
Úrslitið hjá Jallsgentum á fjarðastevnu kann vendast fleiri vegir. Fyri fyrstu ferð í ár vunnu tær ikki gull, men endaði skutin aftanfyri Huldu, sum alt árið hevur verið við frammi í oddinum.Hinvegin gav hetta eittans annaðpláss so mikið nógv stig, at ikki ber til hjá nøkrum øðrum báti at taka okkara gentur aftur. Sostætt vunnu tær føroyameistaraheitið longu á fjarðastevnu seinasta leygardag.Ætlanin er kortini ikki at leggja seg á latu síðuna seinastu tveir róðrarnar. Vit vilja vinna, siga genturnar á Jallinum. Roknast kann tí ikki við øðrum enn, at genturnar á Jallinum fara at geva hinum bátunum harða kapping líka til endan.