Millum tøkini: Vár Antoniussen
Nú stevnurnar av álvara standa fyri durum, hava rógvarar og róðursfólk úr at gera við síðstu fyrireikingunum. Tó, so hevur Vár Antoniussen givið sær stundir at svara upp á teir tíggju altavgerandi spurningarnar ímillum tøkini.
Vár hevur róð í trý ár og situr nú við róðrið á øðrum ári og vísir sínar dygdir.
Bátur: Tambar
Pláss í bátinum: Róðurskvinna
Hevur tú nakað ritual áðrenn stevnu?
Vit plaga altíð at fara heim til eina, har vit fáa lekkran morgunmat og gera okkum klárar til stevnuna.Hvør er tín besta kappróðraruppliving?
Tað má nokk vera á fjarðastevnu í Skála í fjør, tá vit fyri fyrstu ferð fingu heiðursmerki. Fingu gott nokk gult kort, men tað var ein góð og stuttlig uppliving allíkavæl.Tú hevur júst vunnið ólavsøkuróðurin við trimum bátslongdum, hvussu feirar tú?
Hevði sikkurt reist meg og skrála eitt hart JA! Og so hevði eg brúkt kvøldið upp á at feira gullið væl og virðiliga saman við manningini.Hvør er tín yndisrættur?
Har er so nógvur góður matur, men ein góð fleskasteik við sós og eplum er nokk tað besta.Hvørjum hyggur tú eftir á mótsetta kyninum?
Nú veit eg ikki heilt. Bara hann er fittur, so burdi tað gingið.Ræsta súpan ella riv í ovnin?
Eri ikki sum øll hini, tí eg leggi ikki so nógv í riv og ræsta súpan.Netflix ella biograf?
Dámi best at bara liggja heima og hyggja eftir Netflix, men um ein góður filmur verður vístur í biografinum, so er tað altíð hugnaligt at fara ein túr við vinkonunum.Um tú var eitt djór, hvat hevði tú verið?
Ein ketta, tí mær dámar so væl at slappa av.Hvat ger Róðrarfelagið Knørr til besta felag í Føroyum?
Samanhaldi er fantastiskt, og tað er tað, sum ger, at tað altíð er stuttligt at fara oman í neystið at venja og at vera ein partur av felagnum.Hvat ørindi úr “Orminum langa” dámar tær best?
Ørindi 10:
"Einar skalt tú nevna meg,
væl kann boga spenna,
Tambar eitur mín menski bogi,
ørvar drívur at renna."