Ein góð norðoyastevna hjá Róðrarfelagnum Knørri
Fyrsta FM-stevnan er farin aftur um bak, og Róðrarfelagið Knørrur kom væl frá starti. Genturnar á Tambar og menninir á Orminum Langa vunnu gull, og dreingirnir og kvinnurnar á Jallinum vunnu bronsu í góðari kapping um fyrsta plássið. Við hesum vunnu allir bláir fm-bátar heiðursmerki.
Barnamanningarnar vóru eisini nøgdar við síni úrslit, hóast tað ikki bleiv til heiðursmerkir. Genturnar vóru við fyri fyrstu ferð, og hóast aftastar vóru tær væl nøgdar og glaðar at sleppa at royna stevnuspenningin, og dreingirnir endaðu mitt í feltinum og vóru eisini væl nøgdir við sítt avrik.
Vit takka fyriskiparum og kappingarneytum fyri eina fína stevnu. Síggjast næstu ferð.